JN

Eldur í fibertex-dúki

...

2015-06-24 18:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Seinnapartin í gjár var brádliga nógvur svartur roykur at síggja við Kirkjar í Miðvági. Tað vísti seg, at eldur var í einum fibertex-dúki, sum skuldi brúkast at leggja undir asfalt. Tað er ikki greitt, hví eldurin kyknaði. Ein stórur glastrevjabátur stóð tætt við, so um illa vildi til, so kundi eldurin saktanst gjørt størri skaða.

Sløkkiliði kom skjótt á staðið og fekk sløkt eldin.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder