2017-07-06 20:00

Í gjár hendi ein vanlukka í Saksunardali, har tveir menn tann eini 41 ár og hin 79 ár duttu einar 10 metrar niður í Svínagjógv í Saksunardali. Teir blivu alt fyri eitt fluttir á Landssjúkrahúsið, har tann yngri var staðfestur deyður, hann var Svii.
Tann eldi maðurin er dani, og er komin álvarsliga til skaða. Løgreglan hevur ikki fingið tosað við mannin enn, um hvat tað var sum hendi í Saksunardali. Løgreglan var á Landssjúkrahúsinum í dag, men hann var ikki ordiliga við vit tá, og tí fekk løgreglan ikki avhoyrt danan, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn við jn.fo í kvøld.
Planurin var at hann skuldi niður til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið í morgin, men maðurin er heldur fræðari nú í kvøld, og verður tí fluttur niður í kvøld við sjúkraflogfarið, sum er komið úr Danmark.
Løgreglan metir eftir teimum avhoyringunum sum hava verið, at tað er tann eldri maðurin ið fyrst er dottin, og hevur hann tikið tann yngra við sær í fallinum.
Les eisini: Annar maðurin latið lív.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald