Tíðindaskriv 1. januar 2015
Eldri borgarar í tryggum hondum
So upprann dagurin, at eldraøkið er flutt út til kommunurnar at umsita.
Kommunala samstarvið millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur, VEKS,
er væl fyrireikað at taka ímóti hesi stóru og týdningarmiklu uppgávu.
Nógv hevur verið kjakast og skrivað um, hvørt tað var rætt at flyta eldraøkið frá
landinum út til kommunurnar at umsita. Tann spurningin er eingin orsøk at
dvølja við longur, tí í dag er tað ein veruleiki, at økið nú liggur undir kommum
og kommunalum samstørvum kring landið.
Eitt av hesum samstørvum er VEKS, ið stendur fyri fýra kommunum í
Norðurstreymoy og Norðureysturoy, Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur.
- Vit hava seinastu mánaðarnar fyrireikað okkum til at taka ímóti hesi stóru og
týðandi uppgávu, og vit eru í allar mátar klár til at átaka okkum hana, sigur
Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu og formaður í stýrinum fyri
VEKS.
Heðin Zachariassen vísir á, at VEKS sjálvandi byggir víðari á tað, sum longu er
bygt upp á økinum, men fer somuleiðis at arbeiða fyri at skapa nýggjar
møguleikar og víðka tilboðini til borgararnar.
- Í okkara øki fara vit at leggja stóran dent á at skapa grundarlag fyri, at eldri
sleppa at vera longst møguligt virkin í egnum heimi. Hetta merkir millum annað,
at tilboðini til eldru borgararnar eru tøk, óansæð um tey eru heima ella hava
fingið búpláss á einum av teimum trimum heimunum, sum vit hava í økinum.
Brúkarin er sjálvandi tann, sum verður í miðdeplini í øllum okkara arbeiði, sigur
stýrisformaðurin í VEKS.
Borgarstjórin í Sunda kommunu, sum er tann størsta kommunan í samstarvinum
VEKS, vísir á, at økið hevur ein sera dugnaligan starvsfólkahóp, sum hevur virkað
í nógv ár.
- Vita fara sjálvandi at byggja víðari á tað sterka og góða grundarlagið, sum
hesin dugnaligi starvsfólkahópurin hevur bygt upp. Við støði í hesum fara vit
at menna og víðka tilboðini til okkara borgarar, sum eru fevnd av virkisøkinum
hjá VEKS, sigur Heðin Zachariassen.
VEKS rekur tey trý heimini, Grønanes í Vestmanna, Mørkina í Streymnesi og
Korndalsbýlið á Eiði. Tann 1. oktober 2014 setti kommunala samstarvið Niels A.
Joensen úr Kvívík sum leiðara í VEKS.
Í sambandi við yvirtøkuna hevur VEKS latið gera nýggja heimasíðu, www.veks.fo,
sum er ment í samstarvi við fyritøkuna, Menning.fo.
Um nakar ynskir viðmerkingar til málið,
kann viðkomandi seta seg í samband við Heðin Zachariassen, stýrisformann í
VEKS, á tlf. 667272.
Vinarliga
Heimatænastan VEKS
Niels A. Joensen, leiðari
tlf. 260552
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald