Komandi vikuskift tann 18. og 19. apríl hevur Eivør útgávukonsertir á Reinsaríinum í Havn og í Løkshøll í Runavík. Konsertirnar á Reinsaríinum verða leygardagin kl. 20 0g 22, meðan konsertirn I Løkshøll verður sunnudagin kl. 19.30.
Síðan Eivør gav út nýggjastu fløguna Bridges tann 27. februar í ár, hava konsertir í Íslandi, Týsklandi, Eysturríkið og Danmark staðið á skránni. Við 26 konsertum tær seinastu 5 vikurnar, verður tað ein væltrimmaður bólkur vit fáa á pall.
Á konsertferðini í Týsklandi var Marius við og hitaði upp, og tað fer hann eisini at gera til hesar konsertirnar. Umframt tað syngur hann eisini kór í nøkrum løgum hjá Eivør.
Tey ið verða á pallinum, eru Mikael Blak, Høgni Lisberg,Tróndur Bogason, Marius Ziska og so sjálvandi Eivør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald