2016-06-20 16:25
Línuskipið Eivind bleiv í dag sleipað av Kollafirði á Havnina.
Eftir at ein umvæling av kølaranum til gearið var liðug, bleiv ein annar feilur funnin á gearinum.
Fyri at henda seinna umvælingin skuldi ganga skjótari, bleiv avgjørt at Pressarin skuldi sleipa Eivind til Havnar.
Tað er skipasmiðjan Mest sum stendur fyri arbeiðinum.
Eivind fer nýggjan túr undir Føroyum so skjótt sum umvælingin er liðug.
Skipari er Jan Vang av Norðskála.
Orð og myndir: Jan Erik Simonsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald