Vinna

Eivind skal landa í Kollafirði

...

2015-09-29 18:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Línuskipið Eivind kom á Kollafjørð í gjár við 150 tonsum av frystum fiski, sum teir skulu landa í morgin.

Eivind hevur verið burtur í knappar 6 vikur, fyrst royndu teir í Eystur-Grønlandi innanfyri 3. fj. markið, teir fiskaðu 100 tons av toski í Grønlandi. Teir royndu eisini nakrar dagar við Føroyar, mest sunnanfyri, her fingu teir 50 tons.

Tað hava verið 15 mans við Eivind hendan túrin, skipari er Jan Vang.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder