2019-03-07 20:54

Eivind og Kambur eru báðir farnir at sigla heim av Flemish Cap, teir hava báðir knappliga fulla last.
Kambur fór at sigla sunnudagin og Eivind fór á sigla í gjáramorgunin.
Vit hava tosað við skiparan á Eivind - Jan Vang - teir rokna við at verða heima komandi mikudag, tað eru 17 mans við Eivind.
Kambur verður heima sunnudagin ella mánadagin.
Bæði skipini landa í Kollafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald