Vinna

Eivind landar í St. Pierre

...

2019-02-13 09:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Línuskipið Eivind, sum hevur fiskað á Flemmish Cap, kemur inn í St. Pierre fyrrapartin, har teir skulu byrja at landa á middegi. Eivind hevur 160 tons av frystum toski. Tá ið liðugt er at landa, og útgerð er tikin til nýggjan túr, tá fara teir aftur á Flemish Cap.

Kambur landaði í St. Pierre um vikuskiftið, teir loystu aftur í gjár, og eru nú áveg aftur á Flemish Cap.

Bæði Eivind og Kambur hava nú landa tvær ferðir í ár í St. Pierre, hini skipini - Klakkur og Stapin - hava landað eina ferð í St. Pierre, teir eru enn til fiskiskap á 2. túri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder