2017-09-26 09:45
Frystilínuskipið Eivind landar í dag í Kollafirði.
Teir hava 150 tons, 100 tons eru fiskað við Eystur-Grønland og tey seinastu 50 tonsini eru fiskað við Føroyar.
Eivind var í Grønlandi, men fiskiskapurin minkaði, teir komu so í føroyskan sjógv og hava roynt her í góðar tvær vikur.
Jan Vang skipari á Eivind sigur, at ætlanin er at fara aftur til Grønlands, teir fara avstað fyrst í komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald