2019-07-25 19:08

Eivind hevur í dag landað 120 tons av frystum fiski í Kollafirði. Eivind hevur roynt mest vestur úr Mykinesi, teir byrjaðu túrin 2. juli.
Tað hava verið 15 mans við hendan túrin, skipari hevur verið Jan Vang.
Vit tosaðu við Jan Vang fyrr í dag, hann segði, at Eivind fór avstað aftur eftir ólavsøkuna, møguliga fara teir til Grønlands. Skipari komandi túr verður Siggert á Toftuni, sum plagar at vera stýrimaður við Eivind.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald