2016-10-28 08:20
Línuskipið Eivind fer nýggjan túr til Grønlands í dag, manningin hevur fingið boð, um at verða umborð kl. 11 í dag, Eivind liggur á Kollafirði, har teir landaðu fyri góðari tveimum vikum síðan, tá komu teir heim úr Grønlandi.
Tað verða 15 mans við Eivind hendan túrin, teir fara á royndarveiði við Grønland og hava loyvi at fiskað innanfyri 3 fj., í løtuni er línuskipið Kambur har yviri, Klakkur hevur eisini verið á royndarveiðu við Grønland, Klakkur kom heim í farnu viku.
Skipari á Eivind er Jan Vang av Norðskála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald