Vinna

Eivind er um at verða klárur

...

2016-08-23 09:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tær seinastu vikurnar hevur líniskipið EIVIND verið hjá Skipasmiðjuni MEST í Havn, har høvuðsmotorurin er skiftur. Nú hava teir roynt nýggja motorin, tað gekk væl. Okkurt el-arbeiði er eftir at gera millum maskinrúmið og brúnna og ein printpláta skal setast til - sagt verður, at skipið verður klárt í kvøld.

So skal riggast til, til at fara nýggjan túr, helst verður farið til Eystur-Grønlands har reiðaríðið sjálvt hevur útvegað sær kvotu, tað sigur reiðarin Hálvdan Gudmundsen.

Línuskipini Klakkur og Kambur eru í Eystur-Grønlandi.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder