2016-12-10 10:59
Frystilínuskipið Eivind, sum hevur verið til royndarfiskiskap við Grønland, er komin í føroyskan sjógv at royna, í morgun eru teir staddir vestur úr Høvdanum, teir komu í føroyskan sjógv fyrst í vikuni.
Eivind hevði fiskað knapt 160 tons tá ið teir fóru úr Grønlandi, teir skulu fiskað her við Føroyar í nakrar dagar, men landa væntandi í Kollafirði í komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald