2016-06-09 08:26
Ferðamannaskipið Balmoral vitjar í Norðhavnini í dag, Balmoral siglir í løtuni til Føroyar og er skipið statt norður úr Føroyum. Væntandi verður Balmoral í Norðhavini um 12 tíðina.
Barmoral bleiv tikið í sigling á sumri í 1988, tað kostaði 178 mió dollarar at byggja skipið. Barmoral er 188 metrar langt, og 28 metrar breitt. Barmoral er heimahoyrandi á Bahamas oyggjunum.
Skipið var umbygt í 2007, og tekur skipið 1778 ferðafólk, og manningin telur 471.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald