2016-02-29 12:40
Starvsmannafelagið er eitt sterkt og stórt felag. At leiða Starvsmannafelagið krevur royndir, netverk, styrki, áræði, vilja og áhuga.
Starvsmannafelgið er eitt ógvuliga breitt fakfelag. Felagið umboðar limir bæði á sjógvi, á landi og í luftini.
Starvsmannafelagið hevur tí sáttmálar, sum umboða starvsfólk, sum starvast hjá landinum, hjá kommununum og kommunala felagsskapinum SEV, og hjá almennu partafeløgunum - Føroya Tele - Posta - og nú eisini Atlantic Airways.
Hetta krevur, at formaður felagsins sær allar limirnar í øllum sáttmálunum. Tað krevur so aftur, at formaðurin hevur tamarhald á støðuni, at hann kann hava fleiri bóltar í luftini í senn, er tolin, strategiskur, dugur at lesa støðuna og ikki leypur framav.
Hesar eginleikar haldi eg meg hava, og eg eri ikki bangin fyri at handla, tá tað krevst.
Starvsmannafelagið skal hava ávirkan á samfelagið
Tað er ikki bara til lønarsamráðingar, at vit skulu stríðast, men hvønn dag, árið runt. Tí er umráðandi við einum virknum og sjónligum felagi. Starvsmannafelagið skal tí verða eitt sjónligt fakfelag, bæði á politiska pallinum, í miðlunum og ikki minst millum limirnar. Hetta merkir ikki, at Starvsmannafelagið skal hava ein politiskan lit, men ein fakfelags lit. Vit skulu gera vart við okkum, tala at, rósa, samstarva og mótmæla. Vit eru ein týðningarmikil liður í demokratiska samfelagnum, og tí mugu vit gera vart við okkum, tað fer at gagna okkum øllum.
Starvsmannafelagið er tykkara felag
Limirnir í Starvsmannafelagnum skulu altíð kenna tað soleiðis, at Starvsmannafelagið er teirra fakfelag. Tað skal verða attraktivt at verða limur í Starvsmannafelagnum, tað er her tú fær mest fyri limagjaldið.
Felagið hevur eina ógvuliga góða og professionella umsiting, sum saman við formanninum, tekur sær av øllum viðurskiftum hjá limunum. Verði eg valdur, fari eg at lata fyrisitingin taka sær av administriva partinum, í stóran mun. Hinvegin fari eg í høvuðsheitinum at taka mær av tí fakfelags politiska arbeiðinum. Tað merkir, at felagið verður sjónligari, bæði millum limir og úti í samfelagnum.
Gott val
Komandi leygardag, 5. mars, er dagurin tá vit skulu hava avgjørt, hvør skal leiða felagið komandi fýra árini, og sum áður nevnt, so er tað ikki líka mikið hvør tann persónurin er.
Eg haldi meg vita rímuliga væl, hvat rørist á arbeiðsplássunum kring landi, millum annað viðurskiftini hjá dagrøktaranum í Runavík og Klaksvík, brandmeistaranum og sløkkiliðsfólkinum í Havn, limunum umborð á skipunum hjá Strandferðsluni, Havstovuni og Vørn, skrivstovufólkunum, læknaskrivaranum og tannklinikkstarvsfólkunum kring landið, flogternunum, starvsfólkunum á Posta, Føroya Tele og SEV, miðlafólkunum, bókavarðunum og sosialráðgevunum, lívbjargaranum og sjúkraflutningstænastuni.
Tað er ikki at liggja á boðunum og rokna við, at eg verði valdur, hvør einasta atkvøða telur og tí er tað serstakliga umráðandi at tit, ið stuðla mær sum formansvalevnið, veruliga nýta tykkara møguleika og velja meg til at leiða Starvsmannafelagið komandi fýra árini. Saman standa vit sterk.
Vil at enda ynskja øllum ein góðan ársaðalfund og Starvsmannafelagnum eina bjarta framtíð.
Súni Selfoss, formansvalevnið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald