Ítróttur

Hondbóltur: Mótstøðan hjá Føroyum í dag

...

2015-01-10 19:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: Eftir frálíka úrslitið móti Grikkalandi í gjár skulu føroysku U21 menninir møta Serbia í dag. Serbia er ein enn størri biti í mun til Grikkaland. Hesin árgangurin hjá Serbia gjørdist nr. 8 til seinasta EM undanspæl, so her er veruliga talan um toppin í altjóða hondbólti.

Av profilum hjá Serbia kunnu nevnast m.a. Dragan Djukic og Nemanja Mladenovic. Hin fyrri spælir fyri Champions League felagið Metalurg Skopje úr Makedonia. Hin seinni hevur spælt í Týsklandi síðani hann var 16. Fyrst við Gummersbach og síðani Rostock.

Føroyska liðið hevur vant í morgun, teir hava ryst tað ringasta úr beinunum eftir harða dystin í gjár, og hóast nakrar smásnuddir verða allir mans við.

Dysturin millum Serbia og Føroyar byrjar kl. 17.00 føroyska tíð.

Les eisini: Enn eitt stórt úrslit til Føroyar í Grikkalandi.

Les eisini: Áki: Hetta er stórt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder