Í gjár kom fram í samrøðu við dulnevnda keldu í Kringvarpinum, at starvsfólk á gistingarhúsum arbeiða uttansetanarbræv.Ein so mikið grundleggjandi rættur eigur at vera í lagi. Um hesi viðurskiftini passa, so er arbeiðstakarin viðskerdan lutí mun til arbeiðsgevara.
Dulnevnda keldan vísti á, at mentanin ígistingarhúsvinnuni er ein heilt onnur, at arbeiðsviðurskiftini eru flótandi og ógreið, og at hetta elvir til ósemjur ella keðiligt arbeiðsumhvørvi.
Nógv ung fólk arbeiða í vinnuni, og tey eru ofta ikki tilvitað um rættindi og skyldur á arbeiðsmarknaðinum, annað enn at tú hevur ein arbeiðsgevara, ið sigur hvat tú skal gera og rindar tína løn. Mín áheitan á ungu fólkini er: Sig frá. Tosa um tínar treytir. Tað er tað, sum fakfeløg eru til, og tað eru rættindi, sum fólk hava barst fyri, at tú kanst brúka.
Tað er ikki av tilvild, at flestu okkara kenna okkum trygg á okkara arbeiðsplássi í dag. Vit hava nøkur rættindi, sum geva okkum tryggleika og yvirskot at fremja arbeiðið, sum vit eru sett at gera. Júst tað, at vit eru sett at gera eitt ávíst arbeiði, er eisini týdningarmikið.
Um vit ikki hava eitt setanarskriv, sum ásetir júst hvat vit skulu gera, so skulu vit vera klár at gera alt. Tað er ikki eitt javnt býti av sambandinum millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara. Tað ger arbeiðstakaran ótryggan.
Nevnt verður, at hetta er ein av orsøkunum til, at starvsfólk ikki vilja arbeiða á gistingarhúsum. Um tað passar, so er týdningarmikið at betra um korini hjá føroysku arbeiðsmegini, ið vil arbeiða á gistingarhúsi, áðrenn mann fer at leita eftir útlendskari arbeiðsmegi.
Eg skilji væl, at støðan er spent. Manglandi arbeiðsmegi ger, at verandi starvsfólk skulu renna skjótari og brenna út. Tað er ein óndur sirkul. Tað kann væl vera, at tað ikki er nokk við føroyskari arbeiðsmegi.
Men vit mugu fyrst og fremst virða og raðfesta føroysku arbeiðsmegina. Um tað gerst neyðugt at leita uttanlands eftir arbeiðsmegi, so skal tað vera næsta stig. Men vit mugu altíð tryggja, at arbeiðskorini hjá føroyingum eisini eru í lagi.
Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald