Politikkur

Eitt politiskt eksperiment við høvuðsvinnuni

...

2016-03-19 09:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Andstøðan heldur, at uppskotið um uppboðssølu av fiskirættindum vísir at rættartrygdin verður sett til síðis, fyri at samgongan kann vísa á, at hon hevur gjørt okkurt.

Vinnunevndin hevur lagt álit fyri løgtingið um uppskotið um uppboðssølu. Samgongufólkini í Vinnunevndini mæla til at samtykja uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, mest sum óbroytt. Samgongufólkini hava í álitinum ikki grundgivið fyri síni støðu. Andstøðan, sum hevur meirilutan í Vinnunevndini, er als ikki samd við uppskotinum. Her eru teirra viðmerkingar.

Meirilutin (Bjørn Kalsø, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen og Bárður Kass Nielsen) mælir Løgtinginum staðiliga frá at taka undir við uppskotinum.

Í 2007 samtykti Løgtingið, at øll fiskirættindi skuldu fara úr gildi í 2018. Síðan hevur politiska skipanin arbeitt við at finna fram til breiða semju um at nýskipa fiskivinnuna, so vinnan fær tryggar karmar at virka undir, og samfelagið alt fær so nógv sum gjørligt burturúr.

Samgongan hevur í hesum sambandi sett nevnd at koma við uppskotum um loysnir at leggja fyri politisku skipanina til viðgerð og støðutakan. Bæði vinnuligur- og politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokkum eru settir at fylgja arbeiðinum.

Tí tykist undrunarvert og órógvandi, at samgongan samstundis kemur við uppskoti, har lagt verður upptil eitt politiskt eksperiment, sum skapar stóran ótryggleika í høvuðsvinnuni, uttan á nakran hátt at rótfesta arbeiðið breitt í politisku skipanini.

Arbeiðshátturin hevur tíverri ikki einans neilig árin á politiska arbeiði, men dømi eru eisini um, at skilagóðar verkætlanir í vinnuni, sum eru sleptar ella settar í bíðustøðu orsakað av førda politikkinum.

Uppskotið leggur upp til, at uppboðssøla skal skipast, har makrelur, norðhavssild, svartkjaftur og botnfiskur í Barentshavinum verður seldur. Harumframt verður kiloavgjald lagt á uppsjóvarfisk.

Uppboðssøla

Ilt er síggja, hvat endamálið við uppboðssøluni er. Áður hevur verið tosað um, at onnur skulu sleppa fram at í fiskivinnuni.

Men um hugt verður nærri at uppskotinum sæst, at skipanin er so læst, at einans verandi aktørar kunnu bjóða. Talan er eisini um tilvildarligar nøgdir og tilvildarlig fiskasløg. Eingin gjøgnumhugsað yvirskipað ætlan tykist vera við uppskotinum. Talan tykist heldur at vera um eitt politiskt átak, sum skal nýtast sum skjól fyri at hava gjørt okkurt.

Búskaparfrøðingar, sum fyrr hava verið talsmenn fyri uppboðssølu, mæla eisini frá at skipa uppboðssølu eftir tí leisti, sum landsstýrismaðurin leggur upp til.

Umsitingin hjá Løgtinginum og advokatar hava í uppritum reist iva um rættarstøðuna hjá teimum, sum eru í vinnuni í dag. Hóast loyvini ganga út í 2018, so velur samgongan, nú tvey ár eru eftir, at gera hetta inntriv. Tað tykist, sum um rættartrygdin verður sett til síðis, fyri at samgongan kann vísa á, at hon hevur gjørt okkurt.

Meirilutin mælir frá at fara undir uppboðsølu av fiskirættindum, nú stórt nýskipanararbeiði í breiðum politiskum høpi er byrjað.

Avgjøld

Parturin við gjøldum í hesum uppskoti, er endurtøka av løgtingsmáli nr 54/2015, sum var samtykt millum jól og nýggjár.

Meirilutin vísir á, at gjøldini eru munandi hægri fyri fiskivinnuna enn til dømis fyri alivinnu og oljuvinnu. Meirilutin heldur eisini, at skal gjald verða, so eigur tað at verða av vinningi. Gjøld á kr/kg hava einki við møguliga haldførið hjá vinnuni at gera, og kunnu tí heldur ikki tryggja haldførið hjá landskassanum.

Meirilutin vísir eisini til sínar viðmerkingar í álitinum til løgtingsmál nr 54/2015: Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2016.

Meirilutin er fúsur at virka við til at finna breiðar politiskar semjur um fiskivinnupolitikkin fyri at skapa størri vælferð og vøkstur í samfelagnum. Hesum máli røkka vit ikki við at leggja byrðar á vinnuna og skapa ótryggleika, soleiðis sum samgongan ynskir. Tryggir karmar til vinnuna at virka eftir, og fríhandil við týðandi marknaðir eiga at viga nógv tyngri í arbeiðinum, um nakað skilagot tskal spyrjast burturúr. Millum annað hevur bólkurvið embætisfólkum í Fiskimálaráðnum í drúgvum áliti víst á gongdar leiðir.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undirvið málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkjauppskotið.

Álitið er HER:

http://www.logting.fo/files/casestate/15821/051.15%20Alit%20um%20serstakar%20treytir%20fyri%20fiskiskap%202016.%20Uppbodssoela.pdf

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder