Politikkur

Eitt miðbýartorg við hópin av tænastum

...

2016-04-20 14:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sum partur av ætlanini at gera atkomuhæddina í gamla bankabygninginum í Niels Finsens gøtu 17 meiri útvenda og opna, er farið undir fyrireikingarnar. ??tlanin er at gera bygningin til eitt møtistað, ein bussterminal við ymiskum útvendum hentleikum.


??tlanin inniber smávegis tillagingar og ynskiligt er at varðveita bygningin í størst møguligan mun.

Tillagingarnar fevna um eitt nú atkomumøguleikar frá Steinatúni, nýggja gólválegging, ljósseting, umlegging av el og neti, tillagingar av vesum til almenningin, starvsfólkauppihaldi o.s.fr.

Á býráðsfundi í gjárkvøldið var ætlan løgd fram fyri kjallara og atkomuhæddina. Á atkomuhæddini verður apotek, kunningarstova og stórt torg til uppihald, framsýningarhøli og kafe. Í kjallaranum verða m.a. almenn vesi.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnast um hesa ætlanina. Hann sigur, at talan verður um ein bussterminal fyri Steinatún, sum samstundis loysir upp fyri fleiri trupulleikum, sum hava verið í sambandi við innivist fyri ávísar tænastur.

- Nú fáa vit ein veruligan skáa í miðbýnum, eitt stórt torg til innandura uppihald, har fólk kunnu detta innar, kroka ella t.d. síggja listaframsýningar ella fáa sær ein drekkamunn. Tjaldurs Apotek hevur áhuga at gera eina deild á hæddini og kunningarstovan Visit Tórshavn flytir niðan, nú Gamli Bókahandil fer at víðka sítt virksemi.

- Hetta fer at skapa væl av virksemi og nógv lív í miðbýnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum frøist um, at býráðið í gjárkvøldið samtykti at játta 1,8 miljón til endamálið, soleiðis at farið verður undir arbeiðið beinanvegin.

Sí tekning her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder