
Sum vit skrivaðu í gjár, so er flogfarið hjá Atlantic Airways ið fekk ein fugl í motorin í síðstu viku ikki komi í flúgving aftur enn, les her nær tað kann væntast í flúgving.
Jóhanna á Bergi stjóri í Atlantic Airways segði við JN.fo í gjár, at felagið hevði útvega sær onnur flogfør soleiðis at ferðafólkini ikki verða nervað av, at tað eina flogfarið ikki er í flúgving.
Í gjár var so eitt McDonnell Douglas MD-82 flogfar í Vágum, sum Atlantic hevði lánt at flúgva ferðafólk við.
MD-80'seriu flogførini eru ein nýggjari útgáva av DcDonnell Douglas DC-9 flogførinum, sum blivu gjørd ímillum 1965 og 1982. MD-82 flogførini blivu gjørd millum 1979 og 1999, eftir tað bleiv MD-90'serian gjørd fram til 2006.
MD-80'seriu flogførini kunnu taka ímillum 130 og 172 ferðafólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald