Vinna

Eitt hjartasuff av teimum heilt stóru!

...

2016-09-23 15:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sum partur av hoyringsbólkinum hjá Fiskivinnunýskipanini, fari eg her at loyva mær at siga mína hugsan alment. Tí í Fiskivinnunýskipanarbólkinum verða okkara sjónarmið slett ikki tikin í álvara, tey eru rætt og slætt skúgvaði til viks. Alt sum ikki hevur við eina uppboðssølu av kvotum at gera verður sópa burtur.


Í kjakinum í KVF herfyri, millum Johnny í Grótinum og Jóannes Jacobsen. Báðir búskaparfrøðingar, kom eftir mínum tykki tíðiliga fram, at JíGr. bert arbeiddi eftir tí leisti hann hevði fingið boð um at arbeiðia eftir, hann var bara loyalur mótvegis fiskimálaráðharranum Høgna Hoydal. Hví so hava hoyringsbólkar, vælvitandi at ongin ynskir eina uppboðssøluskipan? Eg føli meg í hvussu er at vera hildnan fyri spott.

Jóannes Jacobsen harafturímóti segði seg ikki vita hvussu ein uppboðssøla skuldi skipast....tað kundi altíð diskuterast um vit skulu hava stutt ella langtíðarloyvi. J.J. segði enntá at um eitt skip onga kvotu fekk eitt ár, so merkti tað bara at eitt annað skip kom ístaðin. Vorherre bevares fyri ein hugsunarhátt. Hvat við skipinum sum onga kvotu fekk hetta árið Jóannes??

Ná men nokk um tað.

Skulu vit hava eina nýggja fiskivinnunýskipan, sum er til gagns fyri øll Føroya fólk, so er at gera tað orduliga og mítt boð uppá tað er.

Fyrst av øllum eiga vit at fáa at vita hvussu nógvar krónur Landið skal hava burturúr fiskivinnuni. Tað má vera minsta krav, um man skal gera eina fiskivinnunýskipan hvørs endamál er at fáa pening í landskassan, sum er brúklig. Tá vit hava fingið tað at vita, er ikki so trupult at seta reglur fyri hvat og hvussu. Vit vita hvussu nógv tilfeingið vit hava at fiska, og eisini rættuliga neyvt hvat virði er í tí.


Vit hava nøkrar strámenn í Føroyum, summir "stórri" enn aðrir, til felags tó fyri allar er, at ongin teirra betalur partafelagsskatt, tí har er onki yvirskot.
Tískil verður meira hjá teimum veruligu reiðarínum at gjalda.

Um vit í staðin fyri tilfeingisgjald, avreiðingargjald og eina eventuella uppboðssølu, strikaðu alt sum eitur partafelagsskatt fyri fiskivinnuna, so kundu vit kravt ein ávísan prosentpart av bruttosølunisøluni, av øllum fiski sum var avreiddur. Soleiðis at tað bleiv líka fyri øll skip og reiðaríir.

Og tá nú skip og virkir ofta eru tengd at hvør øðrum, so átti virkið sum keypir fiskin eisini sloppi at goldið sín prosentpart av virðisøkingini.

Dømi:
Eitt skip selur fyri ein miðalprís á 7 krónur. 10% fara til landskassan = 70 oyru fyri kilo'ið.
Virkið sum keypir og virðisøkir fiskin, betalir eisini 10% av virðisøkingini. Selur virkið fiskin útaftur fyri 18 krónur, ja so fer ein króna og tíggju oyru til landskassan. Nú hevur landið fingið 1,90 krónu fyri hvørt kilo'ið av hasi lastini.

Fluttu vit okkum í eina tílíka skipan, ja so komu strámannareiðaríini at gjalda tað sama sum tey Føroysku reiðaríini.

Hetta er eftir mínum tykki ein sera rættvís skipan, sum er til gagns fyri alt føroya land.

Tað hevur ein uppboðssøluskipan ikki, tvørturímóti. Hon kemur at gera enda á allari føroyskari fiskivinnu.

Mortan Berjastein

Umborð fyri Føroya Fiskimannafelag í Hoyringsbólkinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder