í dag var vøleydnað summar cup í Gundadali. Í sdambandi við setanina helt eg hesa røðu fyri øllum teimum uml. 700 børnunum, sum tóku lut í kappingini.
Røða sum Helena Dam á Neystabø helt, tá ið Intersport Summer-cup varð sett í dag í fagrasta veðri í Gundadali.
Góðu fótbóltsspælarar og góðu fyrireikarar
Hjartaliga vælkomin í Gundadal til tykkum uml 700 fótbóltsspælarar, sum hendan undurfagra summardag eru komin til Havnar at taka lut í árligu summar cup kappingini, sum B36 skipar fyri. Ársins fótbóltstiltak við omanfyri 100 fótbóltsliðum úr øllum landinum. Gentum og dreingjum. Hetta er stóri fótbóltsdagur, stóri familjudagur og stóri Føroyadagur. Hetta er eitt genialt tiltak.
Dagin í dag fara tit heilt vist at minnast ??? tí skráin er so fjølbroytt og spennandi, at hon kundi vart í fleiri dagar fyri tað. Og tað er ikki bara fótbóltur á skránni. Tit fara knýta nýggj vinabond. Tit fara at stuttleika tykkum á event-økinum, fara at svimja og at bowla, kappast móti málverjum úr EFFO ??? kappingini, spæla street og Fifa, og so framvegis ??? og so framvegis. Tað ræður um at fylgja væl við, skalt tú náa alt.
Men fyrst og fremst er Intersport Summar-cup ein fótbóltskapping fyri børn og ung í aldrinum frá U6 til U14. Líka so stuttlig og spennandi sum Dana cup og Pondus Cup.
Tað hevur verið spennandi at fylgja við heimsstjørnunum, nú tær stríðast um at gerast europameistarar í fótbólti. Ronaldo, Neuer, Bale, Sturridge og hvussu teir allir eita, og ikki at gloyma íslendsku hetjurnar, sum vístu okkum øllum, hvussu langt mann kann røkka við samanhaldi, samanspæli og einum framúrskarandi lið anda.
Eg haldi at íslendska landsliðið prógvaði, at fótbóltur er eitt lið spæl, eitt samanspæl, har allir leikarar hava júst líka stóran týdning fyri liðið. Summi spæla har frammi og gera mál, onnur skapa spælið á miðjuni og verjan er alt avgerandi, og sjálvandi eisini málverjin. Eingin kann unnverast. Tí tað er liðið og felagsskapurin, sum skal spæla ??? og ikki bara nakrir einstaklingar.
Og soleiðis verður tað eisini í dag. Tað er einans við samanhaldi og góðum lið anda, at tykkara lið ger sítt besta.
Tøkk til fyrireikararnar í B36
Eg vil fegin takka fyrireikarunum, ungdómsdeildini í B36 og Andrassi Thomsen. Tit skulu fáa eitt stórt herðaklapp fyri at nú á triðja sinni at skipa fyri einum so stórum og fjølbroyttum fótbóltstiltaki. Hetta er so nógv meira enn ein fótbóltskapping, Hetta er eitt framúrskarandi mentanartiltak fyri føroysk børn og ung úr øllum landinum. Og tað er ikki løtuverk. Summar Cup er komið fyri at vera! Og tað skulu tit hava so stóra tøkk fyri.
At tað við Intersport Summar Cup er eydnast at savna børn og ung úr øllum Føroyum í Gundadali, á Argjum og á Tórsvølli í dag, eru vit í høvuðsstaðnum sera fegin um.
Besta fótbóltstrick
Um eina løtu fara fótbóltssnillingar at vísa tykkum, hvat ber til at gera við einum bólti, og hvørji fótbóltstricks mann kann læra seg. Men tað besta fótbóltstrick???ið - tað er sjálvt liðið og samanspælið. Tann lærdóm vóni eg, at tit øll taka við tykkum heim í kvøld.
Eg vóni eisini, at tit øll fara at fá ein ógloymandi dag í Gundadali í dag ??? og at tit koma aftur næsta ár.
Summar Cup fær eingin nóg mikið av ??? so nú er bert at koma í gongd.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald