Fróðskaparsetrið er á rættari kós. Tað staðfesti uttanhýsis metingin av setrinum fyrst í ár.
Niðurstøðan í kanningin er at Fróðskaparsetrið
klárar seg væl eftir teim fortreytum, ið tey arbeiða undir. Styrkjast kann tó
m.a. um atdráttarmegina og týdningin av Fróðskaparsetrinum. Til tað krevjast nøkur
átøk at verða framd undir útbúgving, gransking, góðskutrygging og øðrum átøkum,
herundir marknaðarføring.
Hesum skulu vit arbeiða fyri, at fáa uppá
pláss.
??tbúgving og gransking hanga saman. Tær
útbúgvingar, ið eru á setrinum í núverandi løtu skulu mennast, tí tær eru væl
dámdar og eitt vaksandi tal av næmingum søkjur inn, so har er grundarlag fyri
nógvum munagóðum.
Vit eiga at leggja okkum eftir er at menna
útbúgvingar, ið kunnu verða áhugaverdar fyri vinnuna at taka lut í. Hetta setur
sjálvandi nøkur serlig krøv, tí um vinnan skal vera áhugað at leggja pening í
gransking og útbúgvingar, so er eitt krav um okkurt fæst burturúr. Tað er tó
nakað, ið vit eiga at fokusera á, tí gransking kann hava stóra vinnuligar,
samfelagsligar og búskaparligar vinningar við sær.
Eitt nýmótans altjóða fróðskaparsetur skal
liva upp til nøkur krøv, bæði innan góðsku og karmar. Hetta skulu vit eisini
tryggja. Góðskan á tí, ið vit bjóða næmingum og granskarum skal vera eftir
altjóða krøvum, ið er staðfest í altjóða avtalum.
Karmarnir skulu eisini verða nútímansgjørdir og sjálvandi skal eitt nýtt kampus
byggjast.
At Setrið er spjatt her og har er ikki nóg gott. Alt skal vera á sama stað.
Hetta vildi betra um atkomiligheit og trivna.
Vit kunnu øll verða stolt av tí, ið
Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt og megnað, hóast skerdar umstøður. Av røttum
kann tað kallast tjóðarbygging. Lat okkum tí standa saman um Fróðskaparsetrið
og geva tí alt, ið tí tørvar fyri at kunna kallast eitt fróðskaparsetur í
heimsflokki.
Sólvit
E. Nolsø
Valeni fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald