Vinna

Eitt flogfelag afturat ætlar at flúgva uppá Føroyar

...

2016-11-23 19:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Loganair hevur í dag alment boðað frá, at fara at flúgva ímillum Aberdeen og Føroyar á sumri 2017. Tey hava sent umsólk um flogloyvi til Transport- og Bygningsstyrelsen og hava ætlanir um at byrja ferðaseðlasølu 5. desembur 2016. Loganair hevur ætlan um at flúgva ímillum Aberdeen og Føroyar tvær ferðir um vikuna frá 26. maj til 3. septembur 2017. Tey ætla at flúgva fríggjadagar og sunnudagar.

Flogfari sum tey ætla at brúka er eitt SAAB 2000 sum tekur 50 fólk.

Fríggjadag er fráferðin úr Aberdeen kl. 9.55 og fráferðin úr Vágum kl. 12.20

Sunnudag er fráferðin úr Aberdeen kl. 12.20 og fráferðin úr Vágum kl. 15.40

Nýggja sambandi er lang soleiðis at tað eru flogfør beinleiðis vírði til Birmingham, Manchester, Kirkwall (Orkney) og Sumburg (Shetland). Harumframt hevur Loganair eina avtalu við British Airways beinleiðis til eitt nú London.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder