Politikkur

Eitt er at rýma av brúnni, men av órøttum at skuldseta onnur, er lítið virðiligt

...

2018-10-02 15:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein viðmerking til avmynstraða landsstýrismannin í m.a. tunnilsmálum.


Uppskotið um tunnil til Famjin, sum í morgin verður lagt fyri Løgtingið, hevur als onki við tunnilin til Hvalbiar at gera! Talan er um eina verklagslóg, sum fer at geva tunnilstoyminum møguleika at byrja arbeiði sítt, á júst sama hátt sum ætlanin var, áðrenn skiparin rýmdi av brúnni. So at siga, at uppskot okkara fer at forða Hvalbiartunnlinum, er beinleiðis ósatt. ??ll vit, sum leggja uppskotið fram, eru fegin um og eiga part av æruni fyri, at hesin tunnil skjótt gerst veruleiki.

Eini góð ráð, far ikki í verjustøðu, kom heldur og tak hond í við okkum, sum royna at gera tað liviligt runt vakra land okkara. Vit ynskja, sum onkur so væl hevur orðað tað, at allir føroyingar fáa lut í vælferðini, uttan mun til á hvørjari samfelagsrók tú búleikast, ella hvar í landinum tú býr!

Jenis av Rana
formaður Miðfloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder