Viðgerðartrygd er ein av hornasteinunum í heilsupolitikkinum hjá samgonguni, og tað liggur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, nógv á hjarta, at hetta ikki minst er galdandi fyri okkara børn og ungu, sum onkursvegna hava tørv á heilsufakligari hjálp ??? eitt nú í barna- og ungdómspsykiatriini.
Í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum setti spurning um bíðitíðina í Løgtinginum, sigur landsstýrismaðurin millum annað, at tað hevur ávirkað virksemið á barna- og ungdómspsykiatrisku deildini nógv, at tað er so trupult at fáa barnapsykiatarar í starv. Tískil hevur eitt av trimum serlæknastørvum á deildini verið ósett síðan juli í ár.
"Sálarligt menningartarn ella innlæringstrupulleikar eru dømi um avbjóðingar, sum við fyrimuni kunnu loftast beinleiðis á stovnunum við stuðli frá Sernámi. Tey røttu námsfrøðiligu átøkini høvdu ofta kunnað bøtt um trupulleikarnar, soleiðis at børnini ongantíð høvdu havt fyri neyðini at enda í barna- og ungdómspsykiatriini. Vantrivnaður í familjuni og umsorganartrot eru dømi um avbjóðingar, sum við fyrimuni kundu verið handfarnar av barnaverndunum, ið tá mugu seta umfatandi familjurættað átøk í verk. Eisini her kunnu røtt átøk til rætta tíð fyribyrja og stuðla soleiðis, at hesi mál heldur ikki nýtast at enda í psykiatriini???, skrivar Barna- og Ungdómspsykiatriin millum annað til landsstýrismannin í heilsumálum.
Umframt stovns- og myndugleikasamstarv vísir landsstýrismaðurin á stóra týdningin, sum familjurnar sjálvar hava, tá tað snýr seg um at staðfesta sálartrupulleikar hjá børnum og ungum og leita sær hjálp í góðari tíð.
Landsstýrismaðurin hevur áður alment lagt dent á, at skipað samstarv ímillum øll tilboðini til børn og ung og ímillum allar myndugleikapartar, sum hava við børn og ung at gera. Tað veri seg landsmyndugleikar og kommunalar myndugleikar, sum kunnu fyribyrgja, at avbjóðingarnar hjá hesum børnum og ungu gerast ov stórir.
Í samskifti við landsstýrismannin tekur leiðslan í Barna- og ungdómspsykiatriini í sjúkrahúsverkinum fult og heilt undir við hesum sjónarmiði.
Landsstýrismaðurin hevur kallað sjúkrahúsleiðsluna og umboð fyri barna- og ungdómspsykiatriina á fund, at umrøða bíðitíðirnar, og hvussu tey, sum standa á bíðilistanum til barna- og ungdómspsykiatriina, kunnu fáa ta hjálp og viðgerð teimum tørvar skjótast gjørligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald