2015-08-12 18:29
Innbrotstjóvar hava gjørt um seg í Vágum í nátt. Vit hava skrivað um innbrot í MB-húsið, men eisini í Vatnsoyrum hava óbodnir gestir verið - tað er hjá klædnahandlinum John Poulsen, at teir hava brotið inn.
Løgreglan kannar í løtuni málið, so vit skriva meira seinni.
Uppd. kl. 14.30 - Innbrotstjóvarnir hava her brotið ein rút í niðaru síðu, har teir eru farnir inn. Teir fingu 2.400 kr. við sær, men hava ikki tiki klæðir.
Sí eisini fleiri myndir á www.vp.fo HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald