Ítróttur

Eisini gysari í kvinnudystinum í Vestmanna - VÍF-Kyndil 25-26

...

2014-02-04 04:25 Author image
placeholder

 Eins og í Kollafirði, so var seinna hálvfinalan í Vestmanna millum kvinnuliðini hjá VÍF og Kyndil avgjørd við hvør fekk flest mál á útivølli, tí eftir dystin í kvøld stóð á jøvnum 46-46, við tað at Kyndil fekk 26 mál í kvøld og VÍF fekk 21 í Havn, so kom Kyndil í finaluna, sum verður leikt leygardagin í Havn, tað verður ímóti Neistanum.

Í fyrra hálvleiki gekk javnt á, men tað var Kyndil, sum fyri tað mesta lá omaná - hálvleikstøðan gjørdist 11-14 til Kyndil.

Í seinna hálvleiki kom VÍF uppá javnleik 18-18 í 44. minutti. VÍF leikti sera væl eina løtu og komu uppá 24-21 í 55. minutti, men so runnu kyndlakvinnurnar VÍF um koll og vunnu seinastu 5 minuttirnar 1-5. Kyndil vann sostatt 25-26 á VÍF í kvøld.

VÍF: Steinbjarta Marnersdóttir, Viviann Petersen, Tóra Seloy 2, Durita Ljósstein 4, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus 11, Duruta Christoffersen 4, Rakul Joensen, Halla Djurhuus, Gurðið Poulsen, Daniella Joensen1Randi Virgarsdóttir, Eilen Hansen og Agnes Olsen.

Kyndil: Røskva S. Nielsen, Kristina Griksate, Gurðið G. Eystberg, Jórun S. Ludvig 2, Bára K. Hansen, Anna Sofía H. Mohr 5, Asleyg Sunadóttir, Bjarta Johansen 2, Anja Heinadóttir, Anna Brimnes 7, Beinta Bárðardóttir, Simona Petersen 10, Annika Sigurdardóttir, Guðrun R. Olsen og Randi S. Wardum.

Støður:

5. min. 2-0

10. min. 3-4

15. min 4--6

20. min. 6-7

25. min. 10-9

30. min 11-14

35. min. 13-16

40. min. 14-18

45. min. 18-18

50. min. 21-20

55. min. 24-21

60. min. 25-26

Dómarar: Ragnar Simonsen og Daniel Rapa.

Áskoðarar: 450

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder