2015-08-23 17:02
Í gjár gjørdust fólk, ið vara av kirkjuni í Sandavág, varug við, at onnur bússan í kirkjuni var brotin upp. Tvær bússur eru í kirkjuni, hin bússan hevði fingið frið. ??tangarnir høvdu brotið bússuna upp og so tikið allan peningin, hvussu nógv var í bússuni er ógreitt.
Vanligt er at kirkjan í Sandavági stendur óløst, men hvussu verður í framtíðini er nú óvist.
Tað er sera harmuligt, at kirkjurnar ikki fáa frið, kirkjurnar í Tjørnuvík og kirkjan á Norðskála hava verið fyri somu lagnu í farnu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald