Ítróttur

Eir: Vit høvdu okkurt at hevna

...

2015-02-08 23:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Neistin og Kyndil leiktu í gjár finaluna í Coca-Cola steypakappingini hjá kvinnum. Neistin vann 24-19, og eru tí steypavinnarar hjá kvinnum. JN.fo hitti Eir Berg hjá Neistanum eftir dystin.

Vit spurdu hana, hvussu tað er at vinna á grannunum úr Kyndli.

- Tað er heilt fantastiskt, helst tá vit taptu seinasta dyst ímóti teimum  á skrivaraborðinum, so vit høvdu okkurt at hevna, so tað er orduliga gott.

Vit hana spurdu eisini, hvussu tað er at spæla undir karminum, sum eru til steypafinaluna.

- Tað er tað størsta á árinum, tað kunnu ikki verða betri karmar.

Sí eisini myndir frá dystinum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder