Mentan

Eins karmar innan barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum

...

2015-08-26 22:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

??tboðið av barna- og ungdómsvirksemi í Føroyum er rættiliga fjøltáttað og er hetta ein sonn gáva fyri børn og ung í Føroyum. Eingin børn eru eins og tørvar okkum tí at hava eitt breitt útboð til børn og ung av øllum lyndi. At vera virkin í sjálvbodnum arbeiði er sanniliga við til at menna okkum sum menniskju og tí er tað so umráðandi, at øll fáa møguleikan at finna tað virksemið, sum tey veruliga trívast við.


Skótaarbeiðið er heimsins størsta leiðaraútbúgving og stremba vit altíð eftir at halda støðið viðlíka. Sterkir, sjálvbjargnir samfelagsborgarar verða skaptir, við at ábyrgd verður givin børnum í einum ungum aldri. Hesir borgarar vera seinni við til at leiða og mynda Føroyar sum samfelag.

Tað er tí stak harmiligt og ørkymlandi, at almenni stuðulin til ymiskt barna- og ungdómsarbeiði er so skeivt býttur. Hetta ger, at á ávísum økjum eru verri karmar at virka undir.
Hetta eigur at verða bøtt um sum skjótast.

Hyggja vit eftir skótaarbeiðinum og ítróttinum sum dømi, so fær ítrótturin, samanborið við skótarnar, meir enn tríggjar ferðir so nógvan stuðul frá landinum fyri hvønn lim. Hetta skeiva býtið hevur eina beinleiðis ávirkan á dygdina á tí arbeiði, vit kunnu bjóða børnum og ungum. Og hví skal eitt barn, sum er skóti bert verða stuðlað við minni enn einum triðingi, í mun til eitt barn sum gongur til ítrótt?

Skótarørslan hevur í fleiri umførum roynt at fáa Mentamálaráðið at arbeiða fyri at javnseta stuðulin, tó uttan jaligt úrslit. Tvørturímóti hevur tað verið sera torført bert at varðveita tann stuðul, sum vit í løtuni fáa.

Spurningurin er so, hví tað almenna skal vera við til at ávirka útboði av frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum, við at stuðla avísum arbeiði so markant meira enn øðrum.

Einasta ynskið vit hava er, at barna- og ungdómsarbeiðið verður javnsett. Á hendan hátt fáa øll børn í landinum atgongd til eitt frítíðarítriv, sum passar teimum.

Skótaarbeiðið er ein alneyðugur og sjálvsagdur partur av einum vælvirkandi samfelag. Tí vilja vit staðiliga heita á landsins myndugleikar, um at fáa javnvág í stuðulin til barna- og ungdómsarbeiðið í Føroyum, so at úrvalið av frítíðarvirksemi í Føroyum verður latin borgarunum.

Vegna KFUM skótarnar í Føroyum

Arne Debess Madsen

Skótaovasti

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder