Politikkur

Einmælt samtykt at fara í gongd við 2. byggistig av skúlanum á Giljanesi

...

2021-11-17 21:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á eyka býráðsfundi hjá Vága kommunu í kvøld var einmælt samtykt at taka av tilboðnum frá Articon, sum hevði lægsta tilboð uppá 2. byggistig av skúlanum á Giljanesi.

Articon átti lægsta tilboðiði á 33.876.092,00. Síðan kom Búsetur á 37.581.102,00, J&K Petersen á 39.712.122,00, men við einum fyrivarni um prísin á byggitilfari og tilboðið hjá MT Højgaard var á 39.833.959,21. Kostnaðarmetingin ljóðaði uppá 33.656.723,00. 

Eftir býráðsfundin undirskrivaðu Bjarni Prior, borgarstjóri og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon sáttmálan av 2. byggistigi av skúlanum.

Væntandi tekur arbeiði 18 mánaðir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder