Ítróttur

Eingin veit hvussu verður við kvinnufinaluni í CocaCola-deildini

...

2015-02-05 01:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nú er ivi sáddur um, hvørt tað verður Neistin ella VÍF, sum eigur rættin til at leika CacaCola-finaluna hjá kvinnum, finalan verður ímóti Kyndli.

Sum vit á JN.fo skilja, so er HSF komið fram til, at ein leikari, sum Neistin hevur brúkt í báðum hálvfinalunum ímóti VÍF, ikki hevði loyvi at leika við hvonnliðnum hjá Neistanum - leikarin skal vera ov ungur at leika í bestu deildini.

Men leikarin talan er um, hevur helst ikki verið á vøllinum í hálvfinaludystunum, hon sat á útskiftingarbonkinum, so Neistin hevur helst gloymt at strika hana á dómaraseðlunum.

CocaCola-finalurnar skulu leikast leygardagin, so spennandi verður at síggja - hvussu leikur fer.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder