JN

Eingin nýggjur tilburður í gjár

...

2021-07-02 10:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

1284 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 311.617 kanningar.

778 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 767 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 10 persónar smittaðir við koronu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder