Politikkur

Eingin lóggáva fer at verja oyruni

...

2016-12-22 16:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

"Eingin lóggáva er á økinum og ætlanin er heldur ikki at gera nakra lóg.??? Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í svari til fyrispurning frá Helga Abrahamsen úr Sambandsflokkinum, sum spurdi um reglur fyri ljóðstyrki á almennum støðum.

 

Helgi Abrahamsen vildi hava at vita, um nøkur lóg er fyri, hvussu harður tónleikur kann verða spældur á almennum støðum, bæði innandura og uttandura, men sambært svarinum frá landsstýriskvinnuni er eingin lóggáva á økinum. Tó er ein kunngerð lýst, sum í serligum førum kann gevur bý- og bygdarráðum ávísa heimild, um so er at óljóð er til álvarsligan ampa fyri fólk í búgva nærhendis. Tað vil við øðrum orðum siga, at eingin avmarking er fyri ljóstyrkini á sjálvum staðnum, so leingi sum tað ikki órógvar grannalagið.

 

Sirið Stenberg vísir á, at tað er kommunustýrið, sum er myndugleiki á økinum, og kann geva boð um ábøtur, ella, um so skal vera, banna virkseminum, um tað verður mett at vera til álvarsligar ampar fyri grannar. Hon upplýsir eisini, at í løtuni verður ikki arbeitt við at áseta nærri reglur fyri hetta økið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder