2016-09-05 15:35
Einki boð kom uppá svartkjaftin, sum varð boðin út á Fiskamarknaðinum í dag,
Minsta boð skuldi verða 0,30 kr. fyri kilo - t.v.s. at landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum roknaði við at fáa minst kr. 1,5 mill. fyri søluna í dag, men fekk einki.
Vit hava tosað við reiðarar, sum siga, at tað loysir seg ikki at keypa svartkjaft fyri slíkan prís.
5.000 tons vórðu boðin út til sølu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald