Politikkur

Eindarstaturin er deyður

...

2015-06-04 23:36 Author image
placeholder

EINDARSTATURIN ER DEYÐUR


Politikkur flytir jura!

Størsta forðingin fyri víðarimenningini av Føroyum í altjóða høpi er tvíhaldið millum danskar politikarar, juristar og embætisfólk um, at Danmark er ein eindarstatur, sum ikki kann deilast í tvey, og tí kunnu Føroyar ikki fáa sjálvstøðugar altjóða limaskapir.

Hetta uppáhald og henda argumentatión hevur ferð eftir ferð forða fyri sjálvstøðugum altjóða limaskapum av ymsum slag. Nógv eru dømini.

Hetta kemst av donsku tulkingini av donsku grundlógini. Tulkingin hevur verið breitt brúkt av donskum politikkarum, juristum og embætisfólkum.

Heilt nágreinuliga verður sagt, at Kongsríki Danmark er ein eind og at Føroyar og Danmark tí ikki kunnu vera partar í sama sáttmála. Við øðrum orðum verður sagt, at Føroyar ikki kunnu verða partur av einum felagskapi, sum Kongsríki Danmark er partur av, tí at Danmark ikki kann verða umboða bæði sum ???ES limalandið Danmark??? og ???Kongsríki Danmark Føroyum viðvíkjandi???. Altso verður hildið ómetaliga fast við, at Danmark er ein eindarstatur, sum ikki kann deilast.

Hetta hevur við tíðini ført við sær, at Føroyar í altjóða høpi hvørki er fuglur ella fiskur!

Trupulleikan síggja vit tó ikki í sama mun í t.d. Bretska Kongsríkinum og Niðurlendska Kongsríkinum, har ymisk modellir við tíðini eru útviklað viðvíkjandi teirra gomlu kolonium.

Men, politikkur flytir jura!

Er politiskur vilji til tað, víkir jura'in - tað hava vit áður sæð fleiri dømi um, og er hetta sum heild ein meginregla í vesturheiminum. Hetta sæst t.d. væl við at lesa donsku grundlógina sum heild, har tað mangan er so langt í millum tekstin og dagsins tulking av honum, at mann nærum gerst í ørviti av at lesa grundlógina; t.v.s. at politiska menningin broytir upp á tulkingina av grundlógini, hóast sjálvur teksturin ikki verður broyttur.

Tá eindarstaturin varð avlívaður
Hóast danskir politikkarar, juristar og embætisfólk altíð hava tvíhildið um, at ríkið er ein eindarstatur, sum ikki kann deilast, kom tó ein støða, har teimum nú tørvaði at deila eindarstatin. Tað var tá Danmark, undir makrelstríðnum, avgjørdi at steingja danskar havnir fyri føroyskum skipum og saman við ES innføra embargo í móti føroyskum vørum. Tá passaði tað knappiliga dønum at skilja eindarstatin sundur!

Henda møguleika eiga vit at brúka. Við gerðini skapti Danmark fordømi (precedent) og forkomu eindarstatin, sum vit higartil hava kent hann. Danir snøgt sagt avlívaðu eindarstatin!

Við hesi sannroynd skal slóðast fyri, at Føroyar fáa sínar altjóða limaskapir, og at Føroyar taka eitt orduligt fet á sjálvstýrisleið og menning sum land og tjóð.

Føroyar eru tí nú á einum vegamóti; eitt vegamóti sum má gagnnýtast, nú løtan er.

Vel tí eitt umboð, sum við bæði politiskum og løgfrøðiligum hegni kann gera størsta mun fyri føroyska samfelagið á Fólkatingi.

Eg vil sum Fólkatingsmaður leggja nógva orku í at syrgja fyri, at danir viðurkenna, at eindarstaturin nú er deyður!

Vel Janus Rein!
Tí: politikkur flytir jura ??? Og eg kann gera munin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder