Javnaðarflokkurin setti sær stór mál áðrenn seinasta val at skapa einar javnari og rættvísari Føroyar. Flokkurin hevur nú sitið við landsins leiðslu í 30 mánaðir, og vit hava prógvað, at væl er telvað saman við hinum samgonguflokkunum. Eingin samgonga undan hesari hevur framt so stór og týðandi mál. Vit hava vent gongdini frá risastórum halli til avlops. Vinnupolitisk átøk eru framd, sum styrkja bæði búskap og vinnu, og búskapurin verður bjálvaður at standa ímóti møguligum verri tíðum.
Fiskivinnunýskipanin er samtykt. Tað gevur tryggleika. Við menningarkvotum og uppboðssølu hava vit fingið eina meira javnbjóðis atgongd til fiskivinnuna. Eisini við atliti at burðardygd er hetta ein góð skipan, bæði lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga. Somuleiðis hava vit tryggjað at livandi fiskiríkidømið framhaldandi verður ogn Føroya fólks, og kann ikki gerast ogn hjá privatum. Hetta vóru týðandi stavnhald fyri Javnaðarflokkin í nýskipanini av fiskivinnuni.
Landsfundurin fegnast um tey týðandi mál, sum samgongan hevur rokkið innan almannaøkið, heilsuøkið og mentanarøkið. Millum annað skattalættan til lág og meðallønt, fíggjarliga ískoytið til barnafamiljur í fátækraváða, munandi skattalættan til fyritíðarpensjonistar, ábøturnar á lestrarstuðulsskipan okkara, longda barnsburðarfarloyvið, betri útbúgvingarmøguleikar o.s.fr.
Tilvera og framtíð Føroya er grundað á náttúru, tilfeingi og fólk. Umhvørvið má tí verða ein snúningsdepil, tá vit byggja land. Um vit skulu røkka málinum um at øll orka á landi skal koma frá varandi orkukeldum í 2030, mugu ítøkilig átøk gerast, sum eggja familju, vinnu, landi og kommunum at velja varandi orkuloysnir. Vit fegnast um at ein náttúruverndarlóggáva er ávegis.
Fólk velja Føroyar, og fólkafráflytingin er vend til fólkatilflyting. Men aldurs- og kynsbýtið er framvegis skeiklað, og tí stuðlar landsfundurin flokkinum í ætlanunum um at raðfesta yngra ættarliðið. Hetta verður gjørt millum annað við at raðfesta nýggjar vinnur, bústaðarmøguligar, korini hjá barnafamiljunum, útbúgving og javnstøðu.
Landsfundurin stuðlar eisini flokkinum í málinum um pensjónssemjuna. Vit fegnast um, at pensjónssemjan gevur núverandi og komandi pensjonistum, sum eru lág- og miðallønt, munandi meira at liva fyri hvønn mánað.
???Samanhald??? var eitt afturvendandi orð á landsfundinum, og tað er ynskið hjá landsfundinum, at samanhaldið í flokkinum til eina og hvørja tíð er sterkt.
Eisini eiga vit at hava sum mál at styrkja sambandið við limafeløgini og ikki minst fakfeløgini. Sum løgmaður segði í røðuni: ???Vit hava ikki brúk fyri spjaðing í Føroyum. Vit hava brúk fyri samanhaldi. Tað er ikki miðstaður móti hinum. Tá tapa báðir partar. Tað má vera miðstaður saman við restini av landinum. Tá vinna allir partar.???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald