Politikkur

Eina yngri Føroyar

....

2015-08-24 15:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Viðhvørt siga talvur meiri enn orð. Hendan myndin vísir størstu avbjóðingina í føroyska samfelagnum yvirhøvur. Landið eldist við rúkandi ferð, færri og færri arbeiðandi fólk skulu fíggja fleiri og fleiri uttanfyri arbeiðsmarknaðin, og uttan neyðugar nýskipanir og miðvís átøk hongur roknistykkið ikki saman, um okkara eftirkomarar skulu arva eitt ríkt og trygt vælferðarsamfelag.

Ein nýggj samgonga má  leggja sín politikk til rættis í mun til hesa einu yvirskipaðu avbjóðingina ??? bæði í mun til útbúgving, sosialpolitikk og vinnupolitikk.

Tí fari eg at virka fyri:              

-          Einum haldførum og sterkum búskapi

-          At lág- og meðalinntøkur nú fáa tann skattalætta, sum tey áttu at fingið fyri fýra árum síðani

-          At smábarnafamiljur fáa ískoyti upp til 1.000 kr um mánaðin, fyri hvørt barn undir skúlaaldur

-          Eitt ára barnsburðarfarloyvi

-          Betri korum fyri tey sum vilja útbúgva seg í Føroyum

-          At fyribyrgja fátærkaváða

-          Lestrarstuðul í allar 12 mánaðirnar í árinum, og barnaískoyti í lestrarstuðlinum.

Tín krossur 1. September snýr seg um, hvørt vit skulu dagføra og langtíðartryggja okkara vælferðarsamfelag, ella um vit skulu førka okkum enn longur burtur frá hesi skipan við framhaldandi at økja um stættamunin, ójavnan og skeivu fólkasamansetingina.

Helena Dam á Neystabø, valevni fyri Javnaðarflokkin

Les fleiri lesarabrøv her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder