Politikkur

Ein vinna í vøkstri

...

2016-10-20 14:18 Author image
placeholder

Ein rík kommuna og eitt ríkt handils- og vinnulív ganga hond í hond. Tað er ein sannroynd, at seinastu árini er lítið gjørt fyri at lívga um korini hjá teimum, sum reka vinnu í Vágum, eins og hjá teimum, sum kundu hugsað sær at farið í holt við vinnuligt virksemi. Hetta eiga vit at gera nakað við sum skjótast. Vit á Nýggja lista seta tí fokus á vinnuligan framburð í Vága Kommunu komandi vælskeið.

Havnalagið: Umráðandi er fáa lív aftur í havnalagið í Miðvági. Seinastu dagarnar hava røddir verið frammi um ymiskt, ið kundi verið gjørt. Alt frá landing av fiski til íbúðarbygging er nevnt. Ja, hugskotini eru mong. Eg síggi fyri mær, at skipað verður fyri einari hugsskotskapping við tí fyri eyga at fáa lív og virksemi aftur í havnalagið. Tað eru ivaleyst mong klók og kreativ høvd bæði í Vágum og aðrastaðni í Føroyum, sum kundu komið við einum góðum boði uppá eina slíka avbjóðing. Umráðandi er, at kommunan varpar ljós á fjøltáttaðu møguleikarnar á havnalagnum, til frama fyri borgara og vinnu.

Ferðavinnan: Ferðavinnan í Føroyum er í stórum vøkstri og eru møguleikarnir somikið stórir, at ferðavinnan má uppraðfestast. Við okkara stórslidnu náttúru og ríku søgu, er tað upplagt, at skipa Vágar sum ferðavinnumiðdepil í Føroyum. Bestu karmar skulu veitast teimum aktørum, sum longu í dag gera eitt megnar arbeiðið fyri at veita okkara ferðafólki góðar og serstakar upplivingar.

Tað er umráðandi, at ferðandi til okkara vøkru oyggj vita hvar tey fara at vitja og hvat fyri hentleikar eru í oynni. Her manglar skelting og upplýsing um ymisku ferðamálini, søgurnar, gongutúrar osfr. Hartil mangla wc-viðurskiftir til okkara vitjandi. Hetta er ikki nóg klárt í verðandi støðu. Eisini manglar eitt kampingøki í oynni og skal hetta fáast til vega í komandi setu. Tað ber væl til at koma langt, uttan tær heilt stóru krónurnar.

Kommunurnar í Vágum skulu vera ein aktivur viðspælari í hesum arbeiði, soleiðis at ferðavinnan reiðiliga fær luft undir veingirnar.

Vinnupolitikkur:Tríggjar stórar byggiverkætlanir eru gjørdar seinastu árini, har vinnan í Vága kommunu í alt ov stóran mun er umlopin. Eftir mínum tykki er hetta eitt útrykk fyri manglandi vinnuligar visiónir, og vilja vit á Nýggja lista tí leggja á annan bógv.

Kommunan skal vísa í verki, at og hon virðismetir tey arbeiðspláss sum eru í kommununi, eins og hon skal vera við til at branda vinnuna út um kommunumark. Tí vilja vit arbeiða við at orða ein vinnupolitikk, hvørs endamál m.a. er at tryggja:

· Ein áhaldandi dialog millum kommunu og handils- og vinnulív, soleiðis at borgari, vinna, áhugafeløg og harvið eisini kommuna fær sum mest burturúr.

· At vørur og tænastur í størst møguligan mun verða veittar av lokalum veitarum. Hetta skal sjálvandi gerast til ein kappingarføran prís og eina kappingarføra dygd.

· At vinnan í Vágum altíð sleppir framat at bjóða upp á arbeiðið, sum verður bjóðað út av kommununi.

· At stuðla uppundir og verðandi vinnur og íverksetan í kommununi

· Og stimbra íverksetanarhugin hjá borgarunum og vinnulívið, við tí fyri eyga at fáa nýggja vinnu til.

Vit skula minnast til, at vinnan er við til at skapa lív og virksemi í einari kommunu og er samstundi lykilin til eitt lægri skattaprocent og eitt hægri vælferðarstøði, sum vit jú øll ynskja. Tí má og skal handils- og vinnulívið raðfestast.

X við lista V

Elin Doris á Mýrini

Valevni á Nýggja Lista V

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder