JN

Ein vika við Faroe Pride

...

2015-07-01 13:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vegna stóra undirtøku farnu árini, verður ársins Faroe Pride størri enn nakrantíð. Í ár verður hátíðarhaldið í eina góða viku. Byrjað verður við at hita upp við fleiri fyrilestrum, filmsvísing, hugnakvøld og stórum dragshowi í Norðurlandahúsinum. Síðan endar vikan við einum braki 27. juli 2015, tá stór almenn skrúðgonga og ókeypis konsert við Enekk, Dennis Agerblad Band, Hulda, Dánjal á Neystabø og ??vintýrferðin, Konni Kass og Terji Krossteig Messell & vinum eru øll á skránni.

Faroe Pride er árliga tiltakið, har samkynd, tvíkynd, tvørkynd og teirra hinkyndu stuðlar, fáa møguleika at gera vart við seg, vísa at tey eru til, og at tey eru errin av at vera til. Hetta er samstundis eitt tiltak, ið heiðrar ymisleikan hjá øllum føroyingum, og setur fram ynski um eitt rúmligari Føroyar, har líkarættur er galdandi fyri allar borgarar.

Drúgv skrá
Ársins skrá fyri Faroe Pride er óvanliga lang. Byrjað verður longu mikudagin 22. juli, tá møguleiki er at hoyra fyrilesturin um kvæði og hinskynd mentan hjá kenda professaranum Louis-Georges Tin. Fyrilesturin verður hildin í samband við altjóða kvæðastevnuna í Norðurlandahúsinum. Hósdagin 23. juli ber til hjá áhugaðum at mála skelti til sjálva skrúðgonguna, sum verður mánadagin 27. juli. Hetta fer fram á Tekniska skúla í Havn. Sama hóskvøld hitar Sirkus Føroyar upp til ársins Faroe Pride við Kára Jacobsen sum DJ.

Upphiting í Norðurlandahúsinum
Vikuskiftið 24. og 25. juli verður Norðurlandahúsið vent á høvdið. Við bæði gaman og álvara verður kynssnaring fyri fyrstu ferð í Føroyum sett á dagskránna. Orð og fyribrigdi so sum tvørkynd, dragqueen, transvestitt, intersex, queer, dragking, crossdresser, kynsligur samleiki og sannføring fara at fáa eina sakliga, virðiliga og undirhaldandi viðgerð.

Fríggjakvøldið 24. juli verður kynssnaring í ??tnorðuri sett í miðdepilin umvegis filmsframsýning, pallborðsfund, fyrilestrar og kjak. Leygarkvøldið er stórfingið dragshow á skránni við Dennis Agerblad Band (FO/DK), Nuka tha Diva (GL) og Iwona Kok (IS). Fyrireikarnir vænta eitt minnisvert tiltak, ið ikki áður hevur sæð sín líka her á landi.

Skrúðgonga og ókeypis familjukonsert
Mánadagin 27. juli er tíð til sjálva Faroe Pride skrúðgonguna. Eins og undanfarin ár, fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur, og ætlanin er veruliga at seta lit á Havnina henda seinnapartin í juli. Skrúðgongan er ikki einans ætlað LGBT-limum, men øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar.

Byrjað verður við Gundadalshøllina kl. 15.00, har hitað verður upp. Síðan verður gingið oman gjøgnum miðbýin, har endað verður niðri á Skálatrøð. Har verður skipað fyri stórari ókeypis konsert og familjuvinarligum undirhaldi. Tey luttakandi á ársins konsert verða: Enekk, Dennis Agerblad Band, Hulda, Dánjal á Neystabø og ??vintýrferðin, Konni Kass, og Terji Krossteig Messell & vinir. Ymiskar røður verða eisini á skránni. Tey vitjandi fáa somuleiðis møguleika at njóta stóra tivoliøkið hjá Tórshavnar Ítróttaráð á Skálatrøð, sum aftur í ár verður sett upp til ólavsøkuna.

??møguligt uttan stuðul
Tórshavnar kommuna hevur frá fyrsta degi verið størsti og trúgvasti stuðul hjá LGBT Føroyum og ikki minst Faroe Pride. Uttan praktiskan og fíggjarligan stuðul frá Tórshavnar kommunu, hevði tað ikki verið møguligt at skipa fyri Faroe Pride árliga. Síðstu árini er eisini gott samstarv við Tórshavnar Ítróttaráð fingið í lag. Alt hetta ger, at Tórshavnar kommuna, og Tórshavn sum býur og høvuðsstaður, í dag gongur á odda, tá tað snýr seg um fjølbroytni og rúmligheit í Føroyum. Norðurlandahúsið í Føroyum hevur somuleiðis verið ein jaligur viðleikari ígjøgnum árini, og var enntá vertur fyri allarfyrsta Faroe Pride tiltakinum í 2005.

Framvegis ongin javnrættindi vunnin
Túsundtals føroyingar hava undanfarin ár luttikið á Faroe Pride. Hesi fólk hava kravt javnrættindi fyri allar føroyingar, og eitt nú, at føroyska hjúnabandslógin verður dagførd. Men meirilutin av politiska landslagnum hevur valt at lata oyrini aftur. Bardagin fyri javnrættindum í Føroyum er tískil langt frá vunnin. LGBT Føroyar heitir tí á allar føroyingar, ið ynskja eitt fjølbroyttari, rúmligari og javnrættari Føroyar, um at møta fjølment upp til Faroe Pride 2015, og gera okkara fólkavaldu, ið skjótt standa fyri nývali, varug við, at Føroyar skal vera fyri øll!

Skrá fyri Faroe Pride vikuna 2015:

Týsdagin 21. juli ??? Sirkus Føroyar

Kl. 20.00 Filmsframsýning av klassiska dokumentarfilminum ???Paris Is Burning??? frá 1990 um bøssaundirgrundina í New York í áttatiárunum, har drag og voguing veruliga vórðu ment til tað, sum vit kenna í dag.

Mikudagin 22. juli ??? Norðurlandahúsið (International Ballad Conference 2015)

Kl. 8.30 Fyrilestur við Louis-Georges Tin: The End of the Heroic Ballads and the Beginning of Heterosexual Culture

Professarin Louis-Georges Tin hevur skrivað fleiri bøkur um kynslívssøguna, íroknað eina orðabók um homofobi ("Dictionnaire de l'homophobie") og "The Invention of the heterosexual culture". Harafturat hevur hann stovnað Altjóða dagin ímóti homofobi og transfobi, sum nú verður hildin í meira enn 100 londum. Hann hevur eisini tikið stig til átakið um eina alheims avkriminalisering av samkyndleika, ið var grundarlagið undir fyrstu deklaratiónina hjá ST um málið í 2008.

Hosdagin 23. juli ??? Tekniski skúli í Tórshavn

Kl. 17.00 Skeltamáling

Kom og hjálp okkum at mála skelti til Faroe Pride 2015. ??keypis te/kaffi og kaka.

Kl. 21.00 Pride upphiting í Sirkus Føroyar (Kári Jacobsen diskar)

Fríggjadagin 24. juli ??? Norðurlandahúsið (Pride Weekend 2015)

Kl. 17.00Fyrilestur við Eileri Fagraklett: Kynssnaring í søgu og samtíð

kl. 17.30 Fyrilestur við Uglu Stefaníu Kristjonudóttir Jónsdóttir úr Íslandi: Mítt lív sum tvørkynd

kl. 18.15 Pallborðsfundur: Katrin Kallsberg tosar við Sofíu M. J. Høgnesen (Føroyar) og Uglu S. K. Jónsdóttur (Ísland) um tvørkyndleika í ??tnorðuri.

KL.19.00 Steðgur (Smakka hevur opið)

Kl. 20.00 Filmsframsýning: Nuka - Eskimo Diva

Nýggi dokumentarfilmurin "Nuka - Eskimo Diva" er upptikin yvir 4 ár og fylgir grønlendska Nuka Bisgaard, sum berjist fyri at vera tann, sum hon/hann er. Ein tvørkyndur yvirklassa grønlendingur, ið ikki dugur móðurmálið. Nuka brýtur upp úr nýggjum og er fyri summar grønlendingar provokerandi. Nuka møtir tí ymiskum avbjóðingum á hesi 4 ára longu leiðini at finna seg sjálvan, sín samleika, sína sannføring og sítt pláss í einum skjótt broytandi Grønlandi.

Kl. 22.00 Q&A
Aftaná filmin svara Nuka og leikstjórin Lene Stæhr spurningum um filmin.

Leygardagin 25.juli ??? Norðurlandahúsið (Pride Weekend 2015)

Kl. 20.00 Norðuratlantiskt Dragshow

Dennis Agerblad Band (FO/DK), Nuka tha Diva (GL) og Iwona Kok (IS) - Kostnaður 180 kr

Kl. 23.00 Aftershow í Sirkus Føroyar (Kári Jacobsen diskar)


Mánadagin 27. juli ??? Miðbýurin í Tórshavn

Kl. 15.00 Faroe Pride skrúðgonga

Kl. 15.45 ??keypis Pride konsert á Skálatrøð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder