JN

Ein viðmerking til blaðstjóran á óhefta Sosialinum

...

2016-04-10 22:03 Author image
placeholder

Undirritaði ynskir at halda lógina. Tí skal bummurin burt, tá lánið er niðurgoldið. Sum brúkarar finna vit okkum ikki í, at Landstýrismaðurin gongur á odda at bróta eina heilt greiða avtalu. Ein avtala skal haldast, hvørki meir ella minni.

Rættartrygdin hjá borgarunum er fokin eins og álitið á politisku skipanina, um slíkur arbeiðsháttur vinnur frama. Ein arbeiðsháttur, har ein bummur verður brúktur sum ???mjólkimaskina??? til íløgur aðrastaðni, grundað á eitt undirfíggjað landsvegakjervið.

Føroyingar eiga at fáa svar uppá ein spurning. Nær er lánsupphæddin til Vágatunnilin útgoldin? Tí tá skal bummurin takast niður. Sambært lógini. Fyrst í Vágum og umleið 2 ár seinni um Leirvíksfjørð. Til stóra gleði, gagn og framburð fyri allar borgarar landsins.

Greiða avtalan er staðfest í lógini um Fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð. Fleiri núverandi politikarar eins og fyrrverandi politikarar verða kallaðir bæði líkt og ólíkt av blaðstjóranum á Sosialinum. Bert tí, teir/tey vilja hava, at avtalan og lógin verður hildin av politiska myndugleikanum.

Tað skal heldur ongin ivi vera um, at økini, talan er um, als ikki góðtaka, at lopið verður frá avtaluni.

Politiskt var greitt, at bummurin skuldi burtur, tá lánini vórðu afturgoldin. Lógin sigur tað sama, hóast lógarteksturin kundi verið greiðari. Men tá viðmerkingarnar í lógini fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin verða lisnar fyri at skilja lógina betri, so er als ongin ivi: Bummurin burt, tá lánið er niðurgoldið. Um partapeningurin(innskotið frá landinum) skuldi gjaldast aftur, hevði tað verið brot á alla siðvenju, og tí hevði tað verið nevnt positivt í lógini um partapeningurin skuldi gjaldast aftur.

Tað er ikki nevnt, tí tað var ikki ætlanin.

Púra greið felagsfatan

Anfinn Kalsberg táverandi løgmaður, Karstin Hansen, táverandi fíggjarmálaráðharri, Finnbogi Arge táverandi landstýrismaður í vinnumálum, Edmund Joensen fyrrv løgmaður, Jørgen Niclasen táverandi landstýrismaður, Alfred Olsen táverandi limur í vinnunevndini , Marjus Dam, táverandi varalimur í vinnunevndini og Jóanis Nielsen, táverandi løgtingslimur, fyri bert at nevna nakrar úr hópinum, kunnu vátta at so var. Somuleiðis teir, ið smíðaðu lógina á sinni. Soleiðis kann ein halda á. Almenna Pf Vágatunnilin var eisini av tí fatan, at tá lánið varð goldið, so skuldi ikki gjaldast um bummin longur

Nyttan av anlegginum kemur ikki til sjóndar, fyrr enn nú tað verður frítt at koyra.

??tjaðarin má tryggjast

Vit hava ein stóran trupulleika. Nevniliga at bæði útoyggjar og oyggjaleiðir eru um at bløða út vegna eina alt ov kostnaðarmikla farleið. Men tað hevur púrt onki at gera við vegin um Vestmannasund og Leirvíksfjørð. Tvørturímóti er tað ein uppgáva at lyfta fyri allar føroyingar. Hvørki meira ella minni. Í Vágum og Norðoyggjum hava vit ongan trupulleika at vera við til at lækka prísirnar á t.d. Suðuroyarleið og øðrum leiðum. Vit kenna alt til forðingina og tí vilja vit hava hesa burtur - eisini í Suðuroy, Sandoy og øðrum oyggjum. Men vit ynskja, at øll skulu vera við til at lyfta hesa uppgávu í felag.

Vit bøta ikki um viðurskiftini í einum útjaðaraøki við at útskriva ein rokning til eitt annað útjaðaraøki. Hetta verður gjørt við framhaldandi at krevja inn gjald við bummarnar, eftir at lánið er niðurgoldið.

Vinarliga Marjus Dam, fyrrverandi løgtingslimur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder