HVÍ ??LUKKAN ER EYSTUROYGGIN AFTUR??RSILGD?
Streymoyggin hevur 900% fleiri almenn ársverk enn Eysturoyggin, og í mun til fólkatalið liggja bæði Suðuroyggin og Norðoyggjar nógv fremri, sama gerð seg galdandi tá talan er um Vágar og Sandoy.
Hví í ólukkan er Eysturoyggin so langt afturúrsigld í mun til restina av landinum tá talan er um ársverk hjá tí almenna?
SKULU VIT VERÐA SOLIDARISK?
Ja, tað skulu vit sjálvsagt verða. Tá tú krevur samhaldsfasti, solidariska samábyrgd av øðrum, so er neyðugt at tú sjálvur livur upp til eitt rættvíst býti. Ikki bara tá talan er um gjald til t.d. undirsjóvartunlar v.m., men eisini á øðrum økjum.
10% hækking av almennum ársverkum høvdu gjørt stóran mun. Kommunuskatturin kundi lækkað, sama við barna- og vøggustovuplássum, bíligari grundstykkir, betri vegir, væl útbygd ítróttar útbúnaður; til fótbólt, handbólt, svimjing, bygging av vinnuøkjum, havnum v.m.
Týðuligt og greitt gevur myndin onga greiða ábending um at vit yvirhøvur eru solidarisk.
Tvørturímóti vísir myndin sera greitt at ávíst øki í landinum er við skerdan lut.
ALMENN HOYRING OG R??TTVÍST BÝTI
Politisku flokkarnir eina at taka stig til almenna hoyring um býti av almennum ársverkum, og einki er meira enn rímiligt at stjórnarberandi flokkarnir taka stig til eina slíka hoyring um hvussu almenn ársverk verða býtt rættvíst yvir á sýslur, so at allir landsins borgarar fáa gagn av samfelagságóðanum. Eitt rættvíst býti er ikki meira enn rímiligt.
Lasse Klein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald