Í samband við ætlanirnar hjá landsstýrinum at geva hvørjum fyritíðarpensionisti 1000 kr afturat um mánaðin, er landsstýrið á rættuligari ránsveiðu í kommunukassunum kring landið.
Og sum vant er, so eru tað smærru og veikaru kassarnir í landinum sum bløða mest.
Ymiskt er hvørjum øki í landinum fyritíðarpensionistarnir búgva í, og eru tey øki sum nógvir fyritíðarpensionistar búgva í, serliga hart raktir av ætlan landsstýrisins.
Í mun til fólkatalið búgva nógvir fyritíðarpensionistar í Sandoynni og Suðuroynni, og tí verða hesir kommunukassar serliga hart raktir.
Sandoyggin er tann sum bløðir mest, har 5,7% av fólkatalinum eru fyritíðarpensionistar. Suðuroyggin er í somu støðu, har 5,6% av fólkatalinum eru fyritíðarpensionistar.
Í hinum endanum er Havnin, har 2,7% av fólkatalinum eru fyritíðarpensionistar.
Hetta hevur við sær, at fyri kommunurnar í Sandoynni kostar hendan ætlan landsstýrisins 880 kr/borgara, í Suðuroynni 853 kr/borgara, og í Havnini 421 kr/borgara.
Er hetta rættvíst og javnt býtt millum føroyingar? Vendir hetta sosialt rætt?
Fyri Sands kommunu kostar hetta ránið úr kommunukassanum úti við eitt heilt skattaprosent, ein kommuna har skattaprosentið hevur verið í topp í eitt mannaminni.
Tað gevur onga meining at geva lættar úr kommunukassanum á Sandoynni við teirri avleiðing at skattaprosentið má hækkast, og hækkingin hjá fyritíðarpensionistum verður uppetin av hækkaðum skattatrýsti.
Tað hevði sømt seg betri at laga umstøðurnar soleiðis frá landsins síðu, at grundarlag varð at lækka skattatrýstið, sum gjørt er seinastu árini. Hetta hevur eisini givið fyritíðarpensionistum ein góðan lætta.
Eg fari at heita á landsstýrið um at taka ætlaðu broytingarnar aftur beinanvegin, so vit sum eru í ferð við at leggja fíggjarætlan fyri kommunurnar fyri komandi ár vita hvat vit hava at halda okkum til.
Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald