Vinna

Eitt útvið 300 metrar langt ferðamannaskip er á Havnini

...

2017-07-12 06:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Klokkan 06:30 kom risastóra ferðamannaskipið Mein Schiff 3 á Havnina, tað hevur lagt leiðina hendavegin eftir at hava verið í Reykjavík. 

Mein Schiff 3 er bygt í Finnlandi, og var tikin í sigling í 2014, skipið kostað 360 mió Euro at byggja. 

Skipið er 293 metrar langt og 35,8 metrar breitt. Skipið er heimahoyrandi á Malta.

Skipið tekur 2500 ferðafólk og manningin telur 1000 fólk.  

Klokkan 19:30 fer Mein Schiff víðari til Skagen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder