2015-08-23 19:30
Føroyingahúsið.
Hevði tað æru, at sita við pallborðið í Føroyingahúsinum í gjárskvøldi, umboðandi Miðflokkin. Serliga tí at eg kom at sita ímillum Kristinu Háfoss og Helenu Dam á Neystabø, ið báðar hava drúgvar royndir, var hettar læruríkt og sera áhugavert.
Hesi ið umboðaðu hinar flokkarnar, vóru í nøkrum førum sera kend almenn andlit, og tískil føldist tað enn harðari at markerað seg. Men hettar var eitt sera gott kvøld, við góðum fólkið.
CTD-kanningar.
Eg gjørdi tann feilin í kjakinum, at siga at verandi samgonga sat við stjórnini, meðan CTD-kanningar fóru í gongd í Føroyum. Hettar er ikki rætt. Eftir eftirkanning síggji eg at kanningarnar byrjaðu áðrenn hendan samgongan tók við.
Eg fekk rættað tað beinanvegin á staðnum, men eg vil enn einaferð biðja um umbering fyri hettar mistak.
Viðvíkjandi fíggingini av vallyftum, so nam eg í eini vending við demografisku avbjóðingina. Hettar kann og eigi eg at útdýpa nærri, tí onkur kann hava misskilt meg.
Tað at eg nevndi demografiina, var fyri at vísa á, at ferð kemur á inntøkur landskassans við økjandi fólkatalið. Hettar er ikki einans vegna núverandi ella komandi A-inntøkur, men eisini vegna nýtslu av øllum handa slag. Fólk ið flytur heim, ella velur at vera verandi í Føroyum, er við til at skapa fíggjarligar ringvirkningar í samfelagnum, sum í síðsta enda síggjast aftur í inntøkum Landskassans.
Miðflokkurin hevur ítøkiligar ætlanir um økt fólkatal, og vil leggja lunnar undir heimafturflyting, og betri kor til lesandi, so at summi velja at útbúgva seg her á klettunum.
Demografiska ætlan flokksins er í stuttum millum annað:
1. Barnastuðulin veksur fyri hvørt barnið, ið legst afturat.
2. Startpakki til ung og ungar familjur (sí valskrá flokksins).
3. Kann vera tíðaravmarkað skattafrítøka, upptøka í ALS, frípláss á stovni v.m.
Hettar sær út sum útreiðslur, men økt fólkatal er í veruleikanum eitt av teimum tingunum, ið setur enn meiri pening í umfar, eftir sera stuttari tíð.
Trola fyri allar.
Onkur beit merki í, at eg vísti nógv til onnur valevni Miðflokksins og lesarabrøv hjá teimum. Hettar er tilvitað.
Vit í Miðflokkinum, hava eitt ynski um at fáa flokkinum eina enn betri umboðan á Tingið, enn flokkurin hevur í dag. Hettar trumfar persónligu áhugamálini um tingsessir.
Grundin er einføld. Vit mugu hava eina góða umboðan á Tingið nú, tí málið hjá summum flokkum og valevnum teirra, er at broyta hjúnarbandslógina. Hesum vil Miðflokkurin staðiliga virka ímóti.
Í Danmark skuldi talan eisini bert vera um borgarliga vígslu. Tað skuldi ikki inn í kirkjur og annað. Glíðibreytin er jú ikki til, søgdu tey.
Eg vóni inniliga, at fólk sær álvarsemi í hesi hóttan og áhaldandi álopið á tey virðir sum fedrar okkara bygdu land á,og tí fer á val, og gevur Miðflokkinum 4 umboð hesuferð.
Vinarliga
Vilhelm Hendrik í Skálanum - valevni Miðflokksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald