Politikkur

Ein týðandi orsøk til lønarmunin

...

2018-06-10 13:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í kjalarvørrinum av, at Hagstovan hevur kunngjørt nýggj tøl, ið vísa, at kvinnur tjena 205 milliónir minni enn menn í mai 2018, so er týdningarmikið at fara djypri í tølini og kanna orsakir og ynski aftanfyri hetta, áðrenn lopið verður framav, eins og summir áhugabólkar og felagsskapir til tíðir gera.

Tøl frá Hagstovuni vísa, at yvir helvtin av kvinnum arbeiða niðursetta tíð, har talið hjá monnum er minni enn 1/5. Eisini eru fleiri menn enn kvinnur á arbeiðsmarknaðinum, har menn og kvinnur umboða ávikavist 53% og 47% av arbeiðsmarknaðinum.

Ofta verður sagt, at orsøkin til, at kvinnur arbeiða niðursetta tíð, er tí at kvinnur eru í størvum, har tað ikki er møguleiki at arbeiða fleiri tímar. Men hyggur man at tølum frá Manntali (2011) ??? har fólk vóru spurd um teirra tímatal var passaligt, ella um tey kundu ynskt sær at arbeitt fleiri ella færri tímar ??? so vísa tey, at heili 76% av kvinnum, ið arbeiða niðursetta tíð svaraðu, at teirra tímatal var passaligt.

Tað er ofta øgiliga skjótt at leypa framav, tá ið man tosar um yvirskipað hagtøl, men man má fara djypri í tølini, fyri at finna tí størru myndina ??? og har vísir tað seg, at ein týðandi liður í orsakunum til lønarmunin er, at kvinnur arbeiða niðursetta tíð, og umframt tað, at hetta er nakað sum størri parturin av kvinnum á arbeiðsmarknaðinum sjálvar vilja.

Tó stendur tað frítt hjá øllum kvinnum og monnum at velja sær eina útbúgving/starvsleið, sum hevur høgt tímatal og høga løn ??? tað er so einki fakfelag ella arbeiðsgevarafelag, ið krevur, at kvinnur skulu hava minni løn enn menn.

Vegna Huxa,

Tummas Jóhan í Djónastovu, formaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder