2021-06-14 08:21

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Tilburðurin er frá kendari smittukeldu.
662 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 293.309 kanningar.
757 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 727 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 29 persónar smittaðir við koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald