JN

Ein tilburður í gjár

...

2021-06-17 09:02 Author image
JN
placeholder

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Viðkomandi fekk staðfest smittuna eftir kanningina á fjórða degi.

686 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 295.423 kanningar.

758 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 740 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 17 persónar smittaðir við koronu. 46 fólk eru í sóttarhaldi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder