Ein sterkur fólkaskúli er fyritreytin fyri javnstøðu og javnrættindum. Ein veikur fólkaskúli skapar gróðrarlíkindi fyri mismuni og mistrivnaði, og úrslitið verður eitt fátækari samfelag.
Í dag byrjar fólkaskúlin aftur eftir summarfrítíðina. Og 685 børn kring allar Føroyar fara í 1. flokk. Tað er ein stórur dagur, sum helst skuldi merkt, at heimurin letur seg upp fyri tí einstaka barninum.
Børn sum byrja í 1. flokki í dag, eru líka so ymisk sum vit vaksnu. Tað er tí ilt at vita, hvørjar førleikar Sólja ella Sofus fáa brúk fyri um 10 ár. Tað er uppgávan hjá fólkaskúlanum at geva øllum hesum ymisku børnunum tann rætta førningin. Tað er sjálvandi eisini ábyrgdin hjá foreldrum. Men fyritreytin fyri at fóta sær í einari ókendari framtíð, vísir seg at vera førleikar og útbúgving.
Manngarð um sterkari og betri fólkaskúla
Rættin til skúla og útbúgving skulu tí øll hava. Tað er tað, sum eyðkennir eitt vælferðarsamfelag. Og tí skulu vit sláa manngarð um ein sterkari og betri fólkaskúla í komandi valskeiði. Og vit skulu sláa manngarð um at menna skipanir, sum burturav fokusera uppá menna næmingin.
Tíbetur henda tað framstig alla tíðina. Í tíðarskeiðinum, tá ið eg sjálv var landsstýriskvinna í Mentamálum hugsaði eg dagliga, at tað var so nógv afturat, sum eg fegin vildi sett í verk. Men nú eg taki samanum, so vóru framstig gjørd tá, sum vit eiga at byggja víðari á.
Og eg fari at loyva mær at nevna nøkur av teimum átøkum, sum vit settu í verk ta tíð eg sjálv umsat fólkaskúlan í Mentamálaráðnum í 2008-2011. Mest tí, at tað ofta í orðaskiftinum ljóðar sum at eingin er góður við fólkaskúlan.
Loyvi mær at nevna nøkur av mongum framstigum:
- Vit settu tvílæraraskipan í verk í 1. og 2. flokki.
- Vit øktu um talið av serundirvísingartímum frá 11% til 14%.
- Vit settu AKT-skipanina í verk. Tað er serstøk játtan til at loysa mál á skúlanum í sambandi við atferðar- kontakt og trivnaðar trupulleikar hjá børnum.
- Somuleiðis settu orku av til SSP-samstarvið, sum eisini hevur til endamáls at fyribyrgja, at smáir trupulleikar verða til stórar trupulleikar.
- Vit fóru undir at skipa lesivegleiðing á skúlunum.
- Og vit fóru undir eftirútbúgving av lærarum innan serundirvísing, orðblindni, lesivegleiðing,
- Mentan og list varð raðfest við eitt nú at menna skipanina við ???Listaleypinum???, sum bjóðar okkara virknu menta- og listafólk koma inn um skúlans gátt at arbeiða við børnunum.
- Og vit tryggjaðu at íverksetan verður ein fastur táttur í fólkaskúlanum.
Og eg kundi hildið fram. Tað avgerandi er, at vit halda fram at gera íløgur í fólkaskúlan. Og at geva okkum stundir til at skifta orð um innihald og endamál í skúlanum. Tí tað er rætt, sum lærarafelagið førir fram, at ov nógvar uppgávur enda sum ábyrgd á borðinum hjá fólkaskúlanum.
Happing skal fyribyrgjast
Barnið skal í fokus fram um ymsar fløktar skipanir. Fyribyrging av allari happing setast ovast á dagsskránna nú. Framkomið og gott lærubókatilfar, og enn meiri fokus á trivnað, rørslu og skapandi førleikar.
Semjast vit í næsta valskeiði um eina nýskipan á fólkaskúlanum, so eiga vit ikki at gera tað fyri at spara. Endamálið er einans at tryggja so sterkar og góðar skúlar sum yvirhøvur møguligt.
Helena Dam á Neystabø, valevni fyri Javnaðarflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald